Jubileumskonsertir Langafríggjadag og leygardag fyri páskir
.jpg)
Í ár hevur Tarira 10 ár á baki. Í hesum sambandi verða tvær jubileumskonsertir.
- Tann fyrra verður í Skipasmiðjuni í Tórshavn Langafríggjadag 6. apríl klokkan 16:00.
- Tann seinna verður leygardagin 7. apríl klokkan 16:00 í Fuglafjarðar kirkju.
Konsertin verður forkunnug, tí høvi verður at hoyra bæði "Vanliga Tarira" umframt eina samanseting av núverandi og fyrrverandi kórlimum, ið vit kalla "Stóra Tarira". Konsertin verður sum heild rættiliga afturlítandi og trívir í tónleik, ið Tarira hevur dyrkað hesi seinastu árini. Men eisini verður nýskrivaður tónleikur hjá kórleiðaranum Sunleif Rasmussen at hoyra.
Vit vóna at síggja nógvar áhoyrarar til konsertina, tí nær verður aftur høvi at hoyra eina slíka jubileumskonsert? Neyvan fyrr enn Tarira fyllir 20 ella 25 ár.
|